Høvuðsstuðlar
Vodafone
Atlantic Airways
Aðrir stuðlar
Skálkur
Lýsarar
Málmansvenjaraskeið
Í døgunum 2.-4. og 9.-11. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri M2-málmansvenjaraskeiði

M2-málmansvenjaraskeiðið verður í FSF-húsinum í Havn, 2.-4. og 9.-11. mars, og er tilsamans 50 tímar. M2-skeiðið er samstundis hægsta málmansvenjaraútbúgvingin hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Skeiðið er yvir tvey vikuskiftir. Byrjað verður fríggjadag kl. 16, og endar sunnudag kl. 17.

Undirvísarar verða Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen.

 

ENDAMÁL/INNIHALD

M2-málmansvenjaraskeiðið er framhald av M1-skeiðinum.

Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.

Málið við M2-skeiðinum er millum annað, at luttakararnir skulu:

- Læra at meta um førleikarnar hjá málmanni við støði í dysti og venjing

- Læra at leggja til rættis og hava eina dygdargóða málmansvenjing

- Fáa vitan um fysisku og taktisku krøvini til málmannin

- Nema sær førleikar til at venja og menna einstaka málmannin

- Nema sær førleikar at leiða og skipa fyri málmansvenjing

 

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

 

UPPTØKUTREYTIR

Luttakarin skal hava tikið M1-málmansvenjaraskeiðið og/ella B1-venjaraskeiði og vera 18 ár ella eldri.

Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik frá reglunum um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

 

LUTTØKUGJALD

Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 3.000 kr.

Men eins og til onnur venjaraskeið hjá FSF, er M2-málmansvenjaraskeiðið ókeypis fyri kvinnur.

 

TILMELDING

Áhugað kunnu tilmelda seg sjálvi, ella við at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingin víðari til FSF.

Vinarliga nýtið tilmeldingarlepan niðanfyri, og sendi hann beinleiðis til petur@football.fo.

Tilmeldingin kann eisini sendast við posti ella fax. 31 90 79.

Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.

(Eik Banki: 9181-263.457.2, Bank Nordik: 6460-100.390.0, Norðoya Sparikassi: 9865-100.251.2 og Suðuroyar Sparikassi: 9870-100.251.2) Viðmerk: B2 skeið mars 2012.

 

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 27. februar 2012.

 

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, petur@football.fo, ella tel. 29 19 77.

 

Skeiðið er treytað av nóg góðari undirtøku.

 

Tilmeldingarlepin

Nýggjastu tíðindi
13-02-2012Løgmanssteypið
13-02-2012Landsliðið til Spania
13-02-20123,4 mió. í avlopi
13-02-2012Steypakappingin verður drigín í kvøld
11-02-2012Aðalfundur Fótbóltssamband Føroya, 18. februar 2012
10-02-2012Dagfinn og Petur royndust væl
09-02-2012Málmansvenjaraskeið
08-02-2012Kvinnur á venjaraskeið
06-02-2012FSF týdningarmiklan nevndarsess í FIFA
01-02-2012Landsliðsvenjing í komandi viku
27-01-201212 nýggir “Dómarar” í Klaksvík
27-01-2012Landsliðsvenjarin í Toyota
FSF.fo - Støður Vodafonedeildin 2011
nr. lið d stig
1 B36 27 67
2 EB/Streymur 27 60
3 Víkingur 27 59
4 NSÍ 27 41
5 27 34
6 B68 27 32
7 ÍF 27 28
8 HB 27 26
9 07 Vestur 27 24
10 B71 27 11
1. deild menn 2011
nr. lið d stig
1 FC Suðuroy 27 70
2 TB 27 61
3 AB 27 61
4 Skála 27 40
5 NSÍ 27 38
6 HB 27 33
7 Víkingur 27 31
8 EB/Streymur 27 31
9 FC Hoyvík 27 26
10 07 Vestur 27 0
2. deild menn 2011
nr. lið d stig
1 18 49
2 B68 18 41
3 B36 18 38
4 Undrið FF 18 31
5 Royn 18 21
6 FC Suðuroy 18 21
7 AB 18 19
8 TB 18 17
9 ÍF 18 17
10 FC Hoyvík 18 0
1. deild kvinnur 2011
nr. lið d stig
1 20 58
2 AB 19 44
3 B36 19 28
4 Víkingur 20 21
5 Skála 20 13
6 HB 20 5
2. deild kvinnur 2011
nr. lið d stig
1 B68/NSÍ 12 25
2 ÍF 12 22
3 EB/Streymur 12 20
4 FC Suðuroy 12 19
5 MB 12 1
6 Giza 0 0
EM 2012 - undankap.
nr. liðd stig
1 Italia10 26
2 Estland10 16
3 Serbia10 15
4 Slovenia10 14
5 N. Írland10 9
6 Føroyar10 4
U21 EM Undank. 2013
nr. liðd stig
1 Serbia4 8
2 Danmark3 7
3 Norðurírland4 4
4 Makedonia1 1
5 Føroyar4 1
 
Fótbóltssamband Føroya, Gundadalur, Postrúm 3028, FO-110 Tórshavn
Telefon: 351979   Telefax: 319079
t-post:fsf@football.fo
Time: 1,83